Íslendsku heilsumynduleikarnir hava seinnapartin havt tíðindafund, har tað varð váttað,at tveir íslendskir ríksiborgarar, ið hava verið í Italia, hava fingið staðfest coronavirusi.
Fleiri av smittaðu íslendingunum hava verið á sama gistingarhúsinum í Italia, har covid-19 av álvara herjar. Onkur av teimum smittaðu hevur verið í Eysturríki, har nakrir tilburðir av corona eru staðfestir. Hetta skrivar RÚV.
Samanlagt eru 11 íslendingar nú smittaðir við coronavirusinum, og yvir 300 eru í karanantenu fyri at minka um smittuvandan. Hetta varð upplýst á tíðindafundinum, har mynduleikarnir gjørdu greitt, at støðan verður tikin í størsta álvara.
Yvir 3,000 fólk kring heimin eru deyð orsaka av coronavirusinum. Deyðstíttleikin er tó framvegis lítil, og tað eru mest eldri fólk, og fólk sum í høvuðsheitinum hava heilsutrupulleikar frammanundan, ið doyggja av smittuni.
Tey flestu koma skjótt fyri seg, men covid-19 heldur fram við at spreiða seg og at hava avleiðingar fyri millum annað fíggjarmarknaðin og tiltøk ið savna stórar mannamongdir. Tað nýggjasta er, at tað er stór óvissa um OL í Tokoyo, ið eftir ætlan verður í juli-august.
Uttanlands
Coronavirus: Støðan í Íslandi er versnað
11 islendingar eru nú smittaðir og yvir 300 eru í karantenu, Tey flestu av teimum smittaðu hava verið í Italia
Mynd: EPA
2020-03-03 16:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald