2020-02-17 11:02
Løgreglan í Costa Rica legði fyrradagin hald á eina óvanliga stóra nøgd av kokaini.
Talan er um 5,8 tons, sum er tann størsta nøgdin, sum nakrantíð er funnin í landinum. Kokainið varð funnið í einari bingju við blómum, sum skuldu sendast til hollendska býin Rotterdam.
Sambært innlendis- og trygdarmálaráðharranum í Costa Rica, Michael Soto Rojas, er kokainið vert uml. 126 mió. evrur (940 mió. í okkara krónum).
DR skrivar, at ein 46 ára gamal lokalur borgari er handtikin í málinum.
Les eisini: Skuldsettir fyri at smugla 100 kilo av kokaini til Danmarkar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald