Fyrrapartin eru 11 fólk, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, staðfest frísk aftur.
Hesum boðar Heilsumálaráðið frá.
Sostatt er talan um tilsamans 14 av teimum 92, ið hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, sum eru vorðin frísk aftur.
– Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.
Tey, sum hava fingið smittuna, kunnu tískil sleppa skjótari úr sóttarhaldi enn fólk, sum tey hava havt samband við.
– Tey, ið eru í sóttarhaldi, tí tey hava havt samband við ein smittaðan persón, skulu framhaldandi verða í sóttarhaldi í 14 dagar, tí tey kunnu vera smittuberi í tvær vikur, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald