2020-03-22 15:40
Tilsamans 115 føroyingar hava nú fingið staðfest COVID-19, og ein teirra er 14 mánaðar gamla Karin Andrea.
- At hon skuldi verða ein av teimum, tað fekk eg ikki inn í høvdið á mær, sigur Annika Godtfred, mamma Karin Andreu við Kringvarpið.
14 mánaðar gamla Karin Andrea fekk sjúkueyðkenni mikudagin – fepur og turran hosta. Fríggjadagin varð hon kannað, og leygarmorgunin varð staðfest, at talan var um COVID-19.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald