Innanlands

COVID-19: Nú eru 11 føroyingar smittaðir

Í minsta lagi tveir av teimum 11 eru smittað í Føroyum – í løtuni sita 122 fólk í sóttarhaldi, og tilsamans 327 kanningar eru gjørdar

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-03-15 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 11 føroyingar, sum hava fingið staðfest COVID-19. Hetta merkir, at ein afturat teimum 10, sum varð upplýst á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í gjárkvøldið er blivin smittaður, upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.

Sjey av teimum 11 smittaðu eru smittað uttanlands. Tvey av teimum 11 eru smittað av teimum føroyingum, ið hava fingið smittuna uttanlands. Bæði teirra fingu staðfest smittuna, meðan tey hava verið í sóttarhaldi.

Tað ber enn ikki til at siga við vissu, hvussu tey bæði seinastu eru blivin smittað. Í løtuni sita 122 fólk í sóttarhaldi, og tilsamans 327 fólk eru vorðin kannað, sigur Heilsumálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder