Innanlands

COVID-19: Trý hava fingið smittuna í Føroyum

Av teimum 11, sum eru smittaði í Føroyum, hava trý fingið smittuna herheima, meðan hini vórðu smittaði uttanlands, sigur landslæknin

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-03-15 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun varð boðað frá, at 11 føroyingar nú hava fingið staðfest COVID-19 í Føroyum.

Sambært Lars Fodgaard Møller, Landslækna, eru tríggir av teimum 11 føroyingunum smittaðir í Føroyum, meðan restin av teimum eru vorðin smittaði uttanlands.

Í morgun varð boðað frá, at í minsta lagi sjey høvdu fingið sjúkuna uttanlands, og landslæknin sigur við Kringvarpið, at tey eru næstan sannførd um, at seinasti tilburðurin eisni er innfluttur.

Lars Fodgaard Møller leggur afturat, at tey kenna allar smittuketurnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder