2021-08-11 06:58
Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, leggur nú frá sær eftir skuldsetingarnar móti honum um kynslig valdsnýtslu.
- Tað besta eg kann gera, er at leggja frá mær. So tað ætli eg mær at gera, segði hann á tíðindafundi í gjár.
Andrew Cuomo fer úr embætinum um tvær vikur.
Skuldsetingarnar komu fram í eini frágreiðing, sum løgmálaráðið fyri New York hevur gjørt. Guvernørurin skal sambært frágreiðingini hava verið nærgangandi móti kvinnuligum starvsfólkum, eitt nú krámaði hann eini kvinnu á búkin og lendarnar, meðan hon helt eina hurð fyri honum.
Les eisini: Forsetin ynskir at Andrew Cuomo leggur frá sær
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald