Innanlands

Cuomo testaður beinleiðis í sjónvarpinum

- Tað er lætt og pínuleyst. Um eg havi stundir, hevur tú eisini, sigur guvernørurin í New York

2020-05-18 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, fekk einn vattpinn í nøsina undir dagliga tíðindafundi sínum í gjár, tá hann tók eina koaonaroynd fyri rullandi sjónvarpstólum.

Endamálið við testini í beineiðis sjónleiki var at vísa, hvussu einfalt tað er, segði Cuomo.

Hann vildi eisini vísa á hvussu neyðugt tað er, at øll, sum hava tekin um krím, lata seg testa.

Eisini teir newyorkarar, sum venda aftur til arbeiðis, nú latið verður spakuliga upp aftur, kunnu nú fáa eina test fyri korona.

Fleiri túsund hyggjarar hyggja at dagligu kunningini hjá guvernørinum, sum ofta eru rættiliga undirhaldandi.

- Um eg ikki eri her í morgin, merkir tað, at eg eri testaður porisivur, segði Cuomo í gjár.

Beiggi guvernørin, sjónvarpsjournalisturin Chris Cuomo, hevur fyrr verið smittaður við koronavirus.

Í statinum verða umleið 40.000 fólk testað um samdøgrið. Umleið 350.000 av teimum 20 milliónunum, sum búgva í New York hava fingið staðfest smittuna, og umleið 28.000 eru deyð við smittuni.

Seinasta samdøgrið doyðu 191 við korona í New York, vísir ein uppgerð hjá Worldometer. Seinastu dagarnar hevur talið á deyðum ligið undir 200.

New York er harðast rakti av statunum í USA.

Eftir tíðindafundin í gjár skrivaði Cuomo soleiðis á Twitter:

- Tað er skjótt, lætt og pínuleyst. Um eg havi stundir, hevur tú eisini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder