Innanlands

Dagførd tøl: Fimm nýggir tilburðir í gjár - ikki ellivu

Heilsumálaráðið hevur dagført upplýsingarnar, og røttu tølini eru at tíggju nýggir tilburðir vóru fyrradagin og fimm í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-28 13:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimm sjúk og tíggju frísk. Tað vísa nýggjastu tølini frá Heilsumálaráðnum fyri 27. mars. Tølini, sum vóru kunngjørd í morgun, søgdu annars, at 11 nýggir tilburðir av covid-19 vóru staðfestir.

Tølini, sum Heilsumálaráðið kunnger hvønn morgun eru í mun til tølini, sum eru kunngjørd dagin fyri. Tað kemur fyri, at allar royndirnar ikki eru liðugt kannaðar um morgunin. Kanningarnar verða greinaðar út og á dagin, og verða síðani flokkaðir til tann dagin, sum tær eru gjørdar, og tí kunnu tølini fyri undanfarnar dagar víkja frá teimum, sum Landslæknin hevur kunngjørt.

Tilsamans 91 fólk eru smittað við koronavirus í Føroyum í løtuni. Heili 64 av teimum 155, sum tilsamans hava fingið staðfest virusið, eru blivin frísk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder