Hugsandi um serstøku støðuna í Føroyum orsakað av korona virusinum hava Kommala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt at flyta dagrøktarar í dagrøktini – at arbeiða á eldraøkinum.
Avtalan fevnir um dagrøktarar, sum av arbeiðsgevaranum eru send heim, grundað á arbeiðsmangul og sum hava førleika at røkja uppgávur a eldraøkinum. Starvsfólk, sum skulu verða tøk at heita á, tá tørvur er á tí.
Í dagrøktini eru sett tiltøk í verk, sum skulu forða fyri, at korona virus breiðir seg óneyðuga skjótt. Hesi tiltøk, hava við sær, at grundarlag ikki er fyri at hava øll starvsfólkini til arbeiðis í dagrøktini í løtuni.
Á eldraøkinum er støðan øðrvísi, har arbeiða øll við fullari kraft, fastlønt og tímalønt. Tiltøk eru og verða eisini sett í verk, har roynt verður at forða fyri ella minka um smittuvandan av korona virusinum. Talan er í fleiri førum um tiltøk, sum hava við sær, at neyðugt er við fleiri starvsfólkum á økinum, skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í tíðindaskrivi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald