Innanlands

Dagstovnar í Klaksvík lata ikki upp í næstu viku

Kommunan gongur ímóti tilmælinum frá landsstýrinum, um at lata upp mánadagin. Í Klaksvík vilja tey ikki taka nøkur óráð fyri

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-15 19:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkar kommuna gongur ímóti tilmælinum frá landsstýrinum. Dagstovnarnir í kommununi lata ikki upp í næstu viku

Klaksvíkar kommuna fer ikki at lata dagstovnar upp mánadagin. Hesum boðar kommunan frá í tíðindaskrivi í kvøld.

- Klaksvíkar kommuna hevur tikið avgerð um, at halda fram við verandi, avmarkaðu ansingartilboðum á dagstovnaøkinum í eina viku afturat, har heitt verður á foreldur um einans at gera brúk av plássunum á dagstovnaøkinum, um ongin onnur loysn er.

Kommunan vil ikki taka nøkur óráð fyri.

- Vit hava lurtað eftir tí, sum læknar og okkara heilsumyndugleiki hevur sagt, bæði á tíðindafundum og í øðrum almennum fráboðanum, og vit meta, at besti háttur hjá Klaksvíkar kommunu at fylgja hesum tilráðingum er við at halda fram við verandi varisligu skipan í eina viku afturat, tí tá verða 20 dagar gingnir, síðan at nakar varð staðfestur sjúkur í Klaksvík, og á henda hátt kunnu vit við størri vissu ganga útfrá, at smittan ikki longur er virkin her í lokalsamfelagnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í tíðindaskrivinum.

- Hetta longda átak verður gjørt fyri ikki at taka nøkur óráð fyri, eisini tí vit her í Klaksvíkar kommunu av dýrkeyptum royndum hava ásannað, at í sambandi við hesa smittu krevja vit at vera eyka ansin, tí annars er skjótt til, at vit sum lokalsamfelag aftur verða fyri afturstigum, sum kunnu fáa álvarsamar avleiðingar fyri tey sjúku og veiku í okkara samfelag, sigur borgastjórin.

Hetta merkir, at dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu halda fram at verða opnir fyri neyðansing, har fólk, sum ikki hava annan møguleika fyri ansing, kunnu tekna seg á heimasíðuni hjá kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder