Innanlands

Dagstovnarnir lata uppaftur í Klaksvík

Fyri at kunna halda ásetingarnar frá heilsumyndugleikunum verður tó neyðugt at skipa arbeiði øðrvísi.

Borgartjórin greiðir frá ymsu mannagongdunum (Mynd: Sverri Egholm)

Borgartjórin greiðir frá ymsu mannagongdunum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-22 13:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 27. apríl lata stovnarnir á dagstovnaøkinum aftur upp. Fyri at kunna halda ásetingarnar frá heilsumyndugleikunum verður tó neyðugt at skipa arbeiði øðrvísi.

Les eisini: Daggjald fyri tey sum nýta ansingarskipanina

Leiðslan á trivnaðarøkinum hevur saman við borgarstjóranum tikið ta avgerð, at tilmælini, sum landsmyndugleikin hevur sett, verða fylgd so neyvt, sum til ber. Hetta verður gjørt, fyri at minka um smittuspjaðing mest møguliga, soleiðis at børn, foreldur og starvsfólk í minst møguligan mun verða ávirkað, um smittan verður staðfest hjá einum starvsfólki ella einum barni.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, slær tó fast, at starvsfólkini á trivnaðarøkinum gera alt fyri, at børnini fáa ta umsorgan, hjálp og vegleiðing, sum tey hava tørv á. Tí tað er av stórum týdningi, at børn og foreldur kunnu kenna seg trygg.

Serskiltar mannagongdir til ymisku stovnarnar

Foreldur at børnum á dagstovnaøkinum hava í dag fingið eina kunning frá leiðsluni á trivnaðarøkinum, har greitt verður frá teimum yvirskipaðu ásetingunum. Foreldur fáa harumframt nágreinaða kunning um mannagongdir frá stovninum, har barn teirra hevur sína dagligu gongd.

Orsakað av, at stovnarnir og økini eru ymisk, verða mannagongdirnar gjørdar í mun til karmarnar. Foreldur kunnu vænta at fáa skriv um ítøkiligar broytingar í seinasta lagi mikudagin kl. 16.00. Hetta ger tað møguligt hjá foreldrum at kunna seg um nýggju umstøðurnar, áðrenn støða verður tikin um at koyra barnið á stovn undir nýggju treytunum.

Daggjald ístaðin fyri fult ansingargjald

Sum áður fráboðað, so hevur Klaksvíkar kommuna gjørt av, at tey, sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av ansingartilboð­num, skulu gjalda fyri tænastuna.

Talgild tilmelding

Fyri páskir varð kunnað um, at neyðugt verður við eini talgildari tilmeldingarskipan. Henda skipan liggur tøk á klaksvik.fo, har foreldur, skulu boða frá, um barnið kemur, hvørjar dagar, og har tað somuleiðis skal upplýsast klokkutíðir, tá ið barnið kemur og verður avheintað.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ásannar, at hetta er eitt øðrvísi tilboð enn tað, sum kommunan vanliga bjóðar, men sigur, at hetta er neyðugt, um kommunan skal halda ásetingarnar, sum eru komnar frá heilsumyndugleikanum.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder