Innanlands

Dagstovnarnir í Klaksvík lata upp uttan tilmeldingarskipan í komandi viku

Samstundis verða føstu mánaðarligu foreldragjøldini sett í gildi aftur.

Barnahúsið Margit í Klaksvík (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Barnahúsið Margit í Klaksvík (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-05-12 14:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at hava havt eina tilmeldingarskipan í nakrar vikur, er avgerð tikin um, at lata dagstovnarnar í Klaksvíkar kommunu upp sum vanligt, galdandi frá og við komandi mánadegi 18. mai. Samstundis verða føstu mánaðarligu foreldragjøldini sett í gildi aftur.

Hesum boðar Klaksvíkar kommuna frá á heimasíðu sínari. Klaksvíkar kommuna skrivar, at dastovnaøkið var serliga hart rakt tær fyrstu vikurnar  koronatíðini. Tí hevur kommuna verið meira enn aðrar - tá dagstovanøkið sambært tilmælunum frá landsins myndugleikum skuldi lata upp 20. apríl, var Klaksvíkar kommuna tann einasta, ið valdi at halda fram í eina viku við bert neyðansing.

Nú er tað komið hartil, at tað ikki longur er neyðugt. Ístaðin verðu farið aftur til vanligu mannagongdirnar í mun til nýtslu av dagstovnaplássunum. Samstundis verða føstu mánaðarligu foreldragjøldini sett í gildi aftur. Seinastu tíðina hevur Klaksvíkar kommuna tikið daggjald frá teimum, ið hava havt børn á dagstovni. Tey ikki hava havt barn/børn á dagstovni hava ikki rindað.

Vísandi til almennu tilráðingarnar, sum framvegis eru galdandi, fara dagstovnarnir tó framvegis innanhýsis at varðveita verandi mannagongdir viðvíkjandi reinføri, frástøðu og atskiljing millum stovurnar á hvørjum dagstovni, skrivar kommunan.

Ein nærri vegleiðing hesum viðvíkjandi er á veg frá Kommunufelagnum, sum hevur orðað hesar í samráð við korona ráðgevingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder