placeholder
Innanlands

Dagstovnur í Miðvági raktur av VTEC-bakteriu

Landslæknin ávarar móti bakteriuni, sum m.a. kann elva til leyst lív, kvalma og fepur og í summum førum til álvarsama nýrasjúku

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-11-24 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági er raktur av einari smittandi sjúku.

Talan er um bakteriuna VTEC, sum elvir til leyst lív, kvalma, spýggju og fepur.

Í hesum sambandi hevur landslæknin sent kunningarskriv út til øll starvsfólkini og øll foreldur, sum hava børn á Miðgarði. Orsøkin til, at landslæknin ávarar um VTEC-bakteriuna er, at hon eisini kann elva til nýrasjúku, sum er meira álvarsamt.

Landslæknin sigur við Kringvarpið, at eitt barn higartil er innlagt, og at nøkur afturat eru til observatión.

VTEC-bakterian kann koma frá dálkaðum matvørum og skarni hjá bæði fólki og fæi. Bakterian fer síðani frá hondum og í munnin. Besta fyribyrgingin móti hesum er tí vanligt reinføri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder