Innanlands

Dagurin ‘á Grynnuni’ verður 4. mai

Sum vanligt er alt sjálvboðið og ókeypis

2024-04-10 19:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 4. mai 2024 verður Ein dagur á Grynnuni aftur í Tórsgøtu í Havn – ein dagur, fyltur við mentan, mati og samveru. 

Hetta er dagurin at feira okkara tilfeingi á sjónum, samanhald og ikki minst, at njóta okkara dýrabæra tilfeingið í alskyns hamum. 

Eitt tiltak, sum seinastu árini hevur vundið uppá seg, har seinast tiltakið varð hildið, í 2022, vóru 8.000 vitjandi. 

Fyrireikararnir gleða seg til at bjóða øllum gestum vælkomum aftur  "á grynnuni" – ein dagur fyri øll, har vit sameina siðvenju og innovatión í hjartanum av høvuðsstaðnum. Hettar er eitt alment gagnligt tiltak, har alt er ókeypis og øll eru vælkomin. 

Sí myndareportagu frá degnum í 2002 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder