Mentan

Dánial og Annika í uppskoti til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins

Allar tríggjar bøkurnar hava til felags, at tær snúgva seg um álvarslig og trupul evni, ið verða søgd á ein jaligan og heitan máta

Annika Øyrabø og Dánial Hoydal vunnu bæði barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í fjør

Annika Øyrabø og Dánial Hoydal vunnu bæði barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í fjør

2022-01-27 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggjar bøkur eru tilnevndar at vinna virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Úr Føroyum er tað bókin “Abbi og eg og abbi” hjá Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø. Grønland tilnevnir bókina “Umasut Ataatsimeersuarnerat” eftir Kent Kielsen og Ísland hevur tilnevnd bókina “Bannað að Eyðileggja” eftir Gunnar Helgason.

Allar bøkurnar hava tað til felags, at tær snúgva seg um álvarslig og trupul evni, ið verða søgd á ein jaligan og heitan máta.

Útnorðurráðið letur á øðrum hvørjum ári eina bókmentavirðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir til tess at styrkja barna- og ungdómsmentanirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Ráðið setir eina dómsnevnd við limum frá øllum londunum, ið tilnevnir eina bók úr hvørjum landi. Vinnarin fær 60.000 danskar krónur í virðisløn.

Í 2020 var tað íslendska Bergrún Íris Sævarsdóttir, sum fekk heiðurslønina fyri bókina Langelstur að eilífu.

Um bókina “Abbi eg og abbi” verður soleiðis grundgivið:

Bókin er skrivað av Dániali Hoydali meðan Annika Øyrabø hevur teknað myndirnar.

Í bókini um drongin og abban, ið fær demens, lýsir Dánial Hoydal á ein varðisligan og virðiligan máta eitt eymt og viðkomandi evni í barnahædd. Bókin gevur innlit í og vísir á møguleikar fyri at tosa um sjúkuna demens, sum rakar nógvar familjur.

Dánial Hoydal dugir at greiða frá álvarsligum evnum við fynd og stuttligum orðaleikum, soleiðis at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, ið tyngir.

Annika Øyrabø dugir kynstrið at skapa eina søgu í myndum. Við skuggum og dýbd skapa klipp hennara eitt trívíddar rúm, ið gevur lesaranum kensluna av at vera við í søguni um drongin og abban.

Frá sjónarhorninum hjá dronginum síggja vit, hvussu orðini og gerðirnar hjá abbanum broytast so hvørt hann fer at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi málberingum lýsir Dánial Hoydal hesa gongdina og tað heilt serliga bandi teirra millum. Í eini annars vónleysari støðu, kennist ein hiti og gleði.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hevur givið út.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder