Rithøvundafelag Føroya hevur í ár tilnevnt Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø Jacobsen til at fáa stóru altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award í 2024, eisini kend sum ALMA.
Tað skrivar Rithøvundafelagið í tíðindaskrivi.
Dánial og Annika fingu í 2022 bæði Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi eg og abbi", og tey vórðu eisini tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2022. Tey hava síðan tá útgivið eina bók afturat saman, "Strikurnar", og fyri hana eru tey aftur í ár tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
ALMA-virðislønin er heimsins størsta virðisløn, sum veður latin rithøvundum, sum skriva barna- og ungdómsbøkur. Hon er fimm milliónir svenskar krónur. Virðislønin kann latast einstaklingum og felagsskapum, sum virka fyri at styrkja lesihugin hjá børnum og ungum.
Á hvørjum ári verða yvir 250 einstaklingar og felagsskapir kring heimin tilnevnd. Tey tilnevndu verða kunngjørd í heyst, og á vári 2024 verður vinnarin av virðislønini kunngjørdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald