Klokkan hálvgum fýra í morgun høvdu 32.368 danir fingið fyrsta skamtin av covid-19 koppingarevninum.
Tað svarar til 0,55 prosent av íbúgvunum í Danmark, upplýsir Statens Serum Institut. Sambært Ritzau kann veruliga talið tó vera hægri, av tí at seinkingar hava verið í skrásetingini av koppsetingunum.
Í morgin er júst ein viku síðani fyrsti danin fekk fyrsta prikið. Seinna prikið verður givið tríggjar vikur seinni. Í Danmark eru tað eldri borgarar, sum sleppa fyrst framat koppingarevninum.
Millum teirra, ið eru vorðin koppset, er Margretha drotning. Hon varð koppsett í gjár, boðaði Kongshúsið frá.
Les eisini: Margretha drotning er vorðin koppsett fyri koronu
Í Føroyum hevur mann tó valt at koppseta starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum fyrst.
Fyrstu føroyingarnir fingu koppsetingina mikudagin 30. desember. Tá vórðu tilsamans 120 fólk koppsett. Les meira her.
Mánadagin 4. januar verður hildið fram at koppseta í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald