Danska heilsustýrið hevur í dag dagført tilmælini um at fyribyrgja sittu. Tað mest eyðsýnda við broyttu tilmælunum, er um frástøðu, sum verður broytt frá tveimum metrum niður í ein metur.
Tað skrivar Danmarks Radio í kvøld.
Men hetta er ikki altíð galdandi. Eitt nú meðan ein er á vitjan á eldraheimum, sjúkrahúsum, hjá fólki sum eru í vandabólki við meira. Eisini tá andadrátturin er harðari sum t.d í ítrótti, til felagssang ella líknandi millum annað.
Í Føroyum er tilmælið framvegis frástøða upp á tveir metrar, men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði við útvarpið, at man helst verður broytt einaferð í næstu viku ella aðru viku.
Tilmælini í Evropa eru ymisk. Heimsheilsustovnurin WHO mælir til ein metur frástøðu meðan tað eitur tveir metrar í Bretlandi. Í Týsklandi og Hollandi er tilmæli hálvanannan metur, og í Noreg er tilmæli ein metur frástøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald