Uttanlands

Danmark: Fleiri enn 100.000 vorðin koppsett

Danmark hevur koppsett 1,75 prosent av fólkinum – Tey flestu eru millum 30 og 69 ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-08 16:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan fyrsti danin varð koppsettur 27. desember, hava fleiri enn 100.000 fólk í Danmark fingið fyrstu koppsetingina fyri covid-19.

Sambært uppgerð frá Statens Serum Institut var talið á dønum, sum høvdu fingið koppsetingina tíðliga í morgun 102.092.

Tað svarar til 1,75 prosent av danska fólkinum. Meginparturin av teimum eru millum 30 og 69 ár.

Les eisini: Riggar ikki beinanvegin: Vórðu smittað eftir koppseting

Í gjár skrivaði Landssjúkrahúsið, at 902 føroyingar høvdu fingið koppsetingina, ið eisini svaraði til 1,7 prosent av fólkinum.

Sagt varð eisini, at umleið 1.200 hava fingið koppsetingina, tá hendan vikan er runnin. Tað er 2,3 prosent av føroyska fólkinum.

Les eisini: Yvir 900 føroyingar koppsettir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder