Innanlands

Danmark keypir ikki Sputnik-vaksinu fyribils

Mette Frederiksen vil ikki bíleggja koppsetingarheilivág, sum ikki er góðkendur av EMA

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-13 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin hevur ongan áhuga í at keypa russiska koppsetingarevnið við heitinum Sputnik V.

- Vit vilja bert brúka vaksinur, ið eru góðkendar av evropeiska heilivágsstovninum, EMA. Russiska vaksinan er ikki góðkend, segði danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, við danskar miðlar uttan fyri eina koppsetingarstøð í Roskilde í gjár.

Upp á fyrispurning, um tað ikki bar til at bíleggja heilivágin undir treyt av, at hann verður góðkendur, svaraði Mette Frederiksen:

- Hví skulu vit keypa eina vaksinu, sum ikki er góðkend, tá vit hava keypt ríkiligt frammanundan?

[object Object]
Mette Frederiksen vitjaði eina koppsetingarmiðstøð í Roskilde í gjár (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen hevur annars fyrr víst áhuga fyri at fáa fleiri skamtir til Danmarkar. Men tað snýr seg um heilivág, sum er góðkendur í ES.

Aðrastaðni er størri áhugi fyri russiska koppsetingarheilivágnum.

Týskland og Eysturríki eru í samráðingum við Russland um forhandarkeyp keyp av russiska koppsetingarevninum.

Ein treyt fyri eini týskari avtalu er, at EMA sigur gott fyri heilivágnum, og at hann síðan verður góðkendur í ES.

Óvist er, um Eysturríki hevur sett somu treytir, skrivar Ritzau, men her er so talan um at landið skal fáa eina millión skamtir av koppsetingarevninum áðrenn juni mánaður er úti.

Ungarn koppsetir, sum einasta ES-land í løtuni, við Sputnik V. Her er heilivágurin góðkendur uttan um ES.

Enn hevur EMA ikki fingið umsókn um góðkenning av Sputnik-vaksinuni, skrivar Ritzau.

Sambært eini grein í læknatíðarritinum The Lancet, riggaði russiska vaksinan í 92 prosent av førunum. Vaksinan var givin næstan 20.000 royndarpersónum, skrivar Ritzau.

[object Object]
Ungarn er einasta ES-land, sum brúkar russiska koppsetingarevnið, Sputnik V (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder