Uttanlands

Danmark: Koronupass bert galdandi í hálvt ár fyri fólk, ið hava havt koronu

Danska heilsustýrið sigur seg vita frá útlendskum kanningum, at tey koppsettu eru betri vard enn tey, sum hava havt koronu, og tí er koronupassið hjá koppsettum framvegis galdandi í eitt ár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-12 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag er koronupassið aftur galdandi í Danmark, og er tað krav fyri m.a. at sleppa inn á matstovu og dansistøð.

Men treytirnar fyri koronupass vera ikki heilt tær somu sum í vár, tá koronupass fyri fyrstu ferð varð sett í gildi.

Í vár var koronupassið galdandi í 12 mánaðir  eftir staðfestari smittu fyri tey, sum høvdu havt koronu, men hetta er nú broytt til seks mánaðir.

Orsøkin til hetta er m.a. nýggj vitan um minkandi mótstøðuføri, skrivar Ritzau.

Fyri tey, sum eru koppsett fyri koronu er passið tó enn galdandi í eitt ár eftir koppseting.

Helene Probst, varastjóri hjá danska heilsustýrinum sigur, at fleiri nýggjar kanningar úr m.a. Stórabretlandi og USA geva eina ábending um, at gomul smitta ikki gevur eins góða verju sum koppsetingin, og er tað ymiskt, hvussu góð verjan er hjá teimum, sum hava havt smittuna.

Danska heilsustýrið hevur eisini hugt at øðrum londum í Evropa, sum hava sett markið niður til seks mánaðir. Talan er m.a. um Svøríki, Sveis, Stórabretland, Finland, Frakland, Italia, Holland, Eysturríki og Spania.

Les eisini: Lektari: Koronupassið er veikari nú enn tað var í vár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder