Frá fríggjadegnum verður koronupassið aftur galdandi í Danmark, men tað fer ikki at hava líka stóra ávirkan á smittuspjaðingina, sum tað hevði í vár.
Tað sigur Viggo Andreasen, lektari á Roskilde Universitet, sum m.a. granskar í støddfrøðiligum farsóttarfrøði.
– Tað koronupassið, vit brúka nú er veikari á fleiri økjum. Partvíst tí, at vit vita, at koppsetti parturin av fólkinum kann smitta í ávísan mun – og teimum høvdu vit ikki nógv av í vár, so flestu okkara vóru tvungin at lata okkum kanna tvær ferðir um vikuna, sigur hann við DR.
Eisini vísir hann á, at koronupassið ikki verður brúkt á eitt nú útbúgvingarstovnum, og tí fer tað ikki at hava eins stóra ávirkan, og tað hevði í vár.
Farsóttarnevndin hjá fólkatinginum hittist á fundi í gjár, og semja var um aftur at flokka koronu sum eina samfelagshættisliga sjúku, segði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, og sostatt ber til at seta koronupassið í gildi aftur.
Stjórnin ætlaði, at farsóttarlógin og kravið um koronupas skuldi vera galdandi í fýra mánaðir, men hesum var ikki undirtøka fyri, og verður koronupassið tí í fyrsta umfari galdandi í ein mánað. Hereftir skal støðan endurmetast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald