Uttanlands

Danmark leggur stilt

Donsku myndugleikarnir herða tiltøkini móti corona. Næmingar, lesandi og øll í almennum starvi verða send til hús í tvær vikur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-11 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Donsku mynduguleikarnir hava í kvøld sett upp aftur fleiri tiltøk íverk í sambandi við coronasmittuna. Talið á staðfestum smittaðum er komið upp á 514 fólk, og tað er ein stór øking í mun til sunnudagin tá 35 høvdu fingið staðfest smittuna.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, boðaði frá herdu tiltøkunum.

Millum annað verða næmingar og lesandi á øllum útbúgvingarstovnum send heim í tvær vikur frá fríggjadegnum at roknað. Mentanarstovnar lata aftur nú og tvær vikur fram. Sjálvbodnir felagsskapir, samkomur verða mæld til eisini at gera tað.

Øll starvsfólk í tí almenna verða send til hús, men tey sum arbeiða í løgregluni, sjúkrahúsunum og líknandi halda fram at arbeiða.

Tilmæli at fleiri enn 1000 fólk ikki skulu savnast er ikki galdandi longur. Nú skulu fleiri enn 100 fólk ikki savnast longur meðan mælt verður til, at skeinkistøð og náttklubbar stongja fyribils.

WHO hevur í dag lýst coronavirusið covid-19 at vera eina alheimsfarsótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder