Danir leingja nú eisini serligu koronatiltøkini til at galda til og við annan páska dag, 13. apríl.
Í Føroyum vórðu tiltøkini longd longu fríggjadagin, men í Danmark hendi tað ikki fyrr enn í dag. Tað hendi á tíðindafundi, sum í løtuni verður hildin í forsætisráðnum.
Sostatt verða fólk biðin um at arbeiða heimanífrá, skúlar og undirvísingarstovnar eru stongdir, ongar samlingar av fólki á fleiri enn 10 fólk, og bann fyri at hava matstovur, skeinkistøð, handilsmiðstøðir, frisørsalongir og líknandi støð stongd í hvussu so er til páskirnar eru av.
Eisini bað Mette Frederiksen danir um at halda seg heima, og gjørdi greitt, at tað ber ikki til at fara út at ferðast á páskum, sum nógvir danir vanliga gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald