Seinasta samdøgrið hava 789 persónar í Danmark fingið staðfest covid-19, vísir uppgerð frá Statens Serum Institut.
Tað er ein lítil minking í mun til talið á nýggjum tilburðum, ið vórðu skrásettir fríggjadagin. Tá vórðu 859 tilburðir skrásettir, og var talan um hægstu økingina síðan í vár.
39.411 persónar eru nú staðfestir positivir fyri covid-19 í Danmark, og nærkast talið sostatt 40.000. 7.710 eru positiv í løtuni.
Trý andlát eru løgd afturat seinasta samdøgrið, og er samlaða talið á skrásettum andlátum nú 700.
120 eru innlagdir við covid-19 í løtuni, harav 17 á intensivari deild. 14 teirra liggja í respiratori.
Orsakað av høga smittutalinum boðaði danska stjórnin í gjár frá, at smittufyribyrgjandi tiltøkini í landinum verða herd.
Les eisini: Herd tiltøk í Danmark: Krav um munnbind á øllum almennum støðum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald