Danska og svenska stjórnin eru til reiðar at skjóta níggju milliardir krónur í skandinaviska flogfelagið, SAS, sum hevur mist mesta av sínum grundarlagi orsaka av koronakreppuni.
Avtalan hevur helst við sær, at Danmark fær ein størri ognarlut í SAS, skrivar berlingske.dk.
Í eini fráboðan frá danska fíggjarmálaráðnum stendur, at allir flokkar á fólkatingi eru samdir um avtaluna.
SAS sigur í tíðindaskrivi, at svenska stjórnin ætlar at koma við 3,5 milliardum donskum krónum, og at eisini danska stjórnin er sinnað at koma við pengum, so at SAS tilsamans fær 8,9 milliardir krónur.
Rickard Gustafsson, ovasti stjóri í SAS hevur fyrr váttað, at tað hava verið samráðingar millum SAS og statirnar. Svenski staturin eigur í dag 14,8 prosent av SAS og danski staturin 14,2 prosent. Noreg seldi sín ognarlut í 2018.
Danmark og Svøríki hava higartil veitt trygd fyri 2,2 milliardum donskum krónum, men hetta hevur víst seg ikki at hava verið nóg mikið, tí SAS hevur mist eina hálva milliard krónur um mánaðin.
Í apríl boðaði flogfelagið frá, at tað ætlaði at siga 5.000 fólkum úr starvi.
Svenska Wallenberg-familjan, sum eigur 6,5 prosent av partabrøvunum, er størsti privati eigari í SAS. Familjan hevur áður heitt á Danmark, Svøríki og Noreg um at gera meira fyri at bjarga flogfelagnum, skrivar berlingske.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald