Innanlands

Danmark stongir mørkini

Frá í morgin verða landamørkini í Danmark stongd, boðar danska stjórnin frá

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-13 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mørkini til Danmarkar verða stongd. Hesum boðaði Mette Frederiksen frá á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Hetta verður frá klokkan 12 í morgin.

Danskir statsborgarar sleppa altíð til Danmarkar, men øll onnur verða avvíst, segði Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri.

Hetta verður fyribils til og við 13. apríl.

Øll sum ikki hava umráðandi ørindi í Danmark vera avvíst, um tey ikki búgva ella arbeiða í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder