Statens Serum Institut lovar, at tey eftir nýggjár fara at kunngera meira nágreinilig tøl yvir, hvussu nógv fólk eru innløgd orsakað av koronu.
Tey tølini, sum eru vorðin kunngjørd seinastu skjótt tvey árini hava bert víst, hvussu nógvir sjúklingar, sum eru innlagdir, eru smittaðir við koronu.
Hetta merkir m.a., at sjúklingar, sum eitt nú eru innlagdir við beinbroti, og sum av tilvild eisini hava fingið staðfest koronu, verða skrásett í innleggingunum.
Sum skilst verður framvegis kunngjørt á hvørjum degi, hvussu nógv eru innløgd við koronu, og hvørja viku verður síðani kunngjørt, hvussu nógv av teimum innløgdu eru sjúk av koronu.
Henrik Ullum, stjóri hjá Satens Serum Institut vísir tó aftur, at tølini, sum hava verið kunngjørt higartil, eru misvísandi. Tey kunnu brúkast til at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógv fólk við koronu enda á sjúkrahúsinum og sostatt koma at leggja trýst á sjúkrahúsini, sigur hann sambært DR.
Les eisini: Talið á innløgdum er misvísandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald