Innanlands

Talið á innløgdum er misvísandi

Tølini hjá Region Hovedstaden og Statens Serum Institut eru ikki eins. Region Hovedstaden heldur ikki at tey, sum eru innløgd av aðrari orsøk, men hava korona, eiga at telja við í tølunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-28 10:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sambært almennu tølunum frá Statens Serum Institut vóru 265 persónar innlagdir við koronu í Region Hovedstaden tann 22. desember. Egnu tølini hjá Region Hovedstaden siga, at 183 vóru innløgd.

Orsøkin er, at Region Hovedstaden, í mun til Staten Serum Institut, ikki telur sjúklingar við, sum eru innlagdir av aðrari orsøk enn korona. Altso, triði hvør innlagdur sjúklingur við korona, er innlagdur av aðrari orsøk.

Tað skriva danskir miðlar í dag.

- Tølini eru misvísandi, um vit telja tey við, sum eru innløgd av aðrari orsøk hóast tey hava covid-19. Tað er umráðandi at vit nøkta tørvin sum er, og at tað ikki verður sett meira orka av til korona enn neyðugt.

- Tað er ein rúgva av sjúklingum við øðrum har annað enn korona plágar, og tey bíða eftir at sleppa framat, sigur Leila Lindén, limur í høvuðsstjórnini í Region Hovedstaden, við Berlingske.

Bt.dk skrivar, at sum dømi vóru 38 av teimum innløgdu, innløgd fyri sálarsjúku.

Tá hugt verður eftir tølini fyri intensiv innløgd við koronu, eru tølini hjá Region Hovedstaden og Statens Serum Institut meira eins. 

Í Føroyum telja vit eisini allar sjúklingar við í hagtølunum, hóast korona ikki er beinleiðis orsøkin til innlegging. Í november greiddi Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, Portalinum frá, at tað í flestu førum var av aðrari orsøk enn korona, at fólk vórðu innløgd. Í løtuni eru tvey fólk innløgd við koronu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder