Uttanlands

Danmark: Vildi ikki hava hjálp frá starvsfólki við turriklæði

Føtex átti ikki at loyvt starvsfólkum at gingið við turriklæði, heldur Martin Henriksen úr Dansk Folkeparti

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-01-19 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein hending í einum Føtex-handli í Randers skapti nógv kjak og øsing í Danmark í gjár.

Ein 62 ára gamal maður skuldi hava hjálp, tá hann skuldi keypa eitt par av cowboybuksum. Eitt starvsfólk bjóðaði seg síðani til at hjálpa honum. Talan var um Nafiso Ali, ein 16 ára gomul genta við turriklæði á høvdinum.

Hetta var ikki nøktandi fyri mannin, og hann bað tí um at fáa hjálp frá øðrum starvsfólki, men tað fekk hann ikki.

- Eg vil bara verða avgreiddur á neutralan hátt, og eg ynski ikki at verða lagdur undir nakra religión, tá eg komi her sum viðskiftafólk hjá Føtex. Eg kann ikki vera tann einasti, ið heldur hetta, segði maðurin við Randers Amtsavis.

Leiðarin í handlinum sigur fyri TV2, at hann tosaði við mannin í telefon aftaná, og at hann gjørdi greitt fyri honum, at hann noyddist at fara í annan handil at keypa, um hann ikki kundi góðtaka starvsfólkini hjá teimum, og hvussu tey vóru ílatin.

- Hon hevur verið hjá okkum eina tíð. Hon er fødd og uppvaksin í Danmark og tosar flótandi danskt. Eg síggi hana ikki sum "handan har við turriklæðnum", akkurát sum eg ikki síggi fólk sum feit ella kløn. Eg síggi persónin, sigur hann.

- Eg stóð bara og hugdi at honum og hugsaði: Hvat er tað, sum sker her? Eg var skelkað og visti ikki, hvat eg skuldi gera. Tað virkaði, sum var hann bara líkaglaður og segði júst tað, sum hann hevði hug til, tað var sera ódámligt, sigur Nafiso Ali við Randers Amtsavis

Nógv kjak hevur verið um hendingina, og eisini politikkarar á Fólkatingi hava úttalað seg í málinum.

Martin Henriksen úr Dansk Folkeparti tekur ikki undir við avgerðini um at vísa 62 ára gamla mannin úr handlinum.

- Sum heild haldi eg, tað er rímiligt at mann sum viðskiftafólk væntar at fáa eina góða, neutrala tænastu, tá mann fer inn í ein handil. At ein maður finnst at at verða møttur av einari lýsing fyri islam, skilji eg væl, sigur hann við Randers Amtsavis.

Hann heldur ikki, at Føtex átti at loyvt teirra starvsfólkum at ganga við turriklæði, tí við at gera tað eru tey við til at gera Danmark meira og meira muslimskt, og tað er ikki uppgávan hjá teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder