2018-08-21 19:08
Í sambandi við at krúnprinsaparið og børn teirra vitja í Føroyum næstu dagarnar, er kongaskipið komið til Føroya.
Dannebrog er stórur partur av vitjanini, og hósdagin klokkan 09.05 leggur kongaskipið at á Bursatanga, har móttøka verður fyri krúnprinsapartinum.
Eisini verður døgurði fyri innbodnum á Dannebrog leygardagin.
Almenna vitjanin hjá krúnprinsapartinum byrjar hósdagin og tey fara av landinum aftur sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald