Leygardagin 18. Februar 2023 verður dansikapping í Dansifrøi í Tórshavn, har føroya besti dansibólkur – ella dansari – enn eina ferð skal finnast. Kappingin er fyri børn og ung í aldursbólkinum 8-16 ár.
Endamálið við kappingini er at savna ungar áhugadansarar úr øllum Føroyum, at eggja til skapanarhug og skapandi samstørv, og at stimbra føroyska dansiumhvørvið.
Luttakandi skulu finna upp á egnan dans, og ongar royndir eru kravdar frammanundan. Vinnarin av kappingini fær 2.500 kr.
Kappingin var fyrstu ferð á skránni í 2022, og var hon sera væleydnað við níggju luttakandi bólkum og einstaklingum. Vinnarin tá varð Elisa Andresen Arge.
Til ber at lesa meira um kappingina á Facebook tiltakinum ‘Besti dansibólkurin 2023’.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald