Innanlands

Dansistað steingir eisini

Luux letur aftur fyribils restina av mánaðinum

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2020-03-12 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst. Eisini verður mælt til at skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikur.

Tað eru greiðu boðini frá føroysku myndugleikunum í dag, nú roynt verður at minka um smittuvandan av coronavirusinum.

Stóra dansistaðið Luux, sum heldur til á niðastu hædd í Havnar Klubba, tekur boðini til eftirtektar.

- Luux tekur tilmælini um at øll tiltøk, sum savna fleiri enn 100 fólk innandura verða avlýst, og tí fer Luux, í fyrstu syftu, ikki at hava opið fram til 30. mars, skrivar dansistaðið í fráboðan á Facebook.

Tað er týdningarmikið at vit øll taka samfelagslig atlit í hesum tíðum, sigur Luux.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder