Mentan

Dansivikuskifti fyri ung í Kvívík

Ung í Dansi verður 23. til 25. september

2022-09-13 08:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

23. til 25. septembur verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Kvívík.

Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri.

Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í fleiri ár føroyskum dansi at frama. Tey ungu møtast til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini verður farið onkran túr, og onkur kemur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Meira um tiltakið og um tilmelding sæst á heimasíðuni hjá Slái Ring https://sr.fo/ung-i-dansi-i-kvivik/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder