Seinnapartin klokkan 17.30 innkallar danska forsætismálaráðið til tíðindafund um koronustøðuna.
Sambært upplýsingum hjá TV2 ætlar danska stjórnin at gera eins og Føroyar og strika allar avmarkingarnar.
Sambært einum brævi, sum danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke hevur sent til farsóttarnevndina hjá fólkatinginum, ynskir stjórnin at strika allar avmarkingarnar frá 1. februar. Tó er kravið um kanning og heimauppihald við komu til Danmarkar undantikin.
Um eingin meiriluti er ímóti, kann hendan ætlanin góðkennast. Magnus Heinicke hevur biðið um svar frá farsóttarnevndini í seinasta lagi fríggjamorgunin.
Les eisini: Korona: Danmark fer at gera nakað líknandi sum Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald