Innanlands

Danska stjórnin setir strangari corona-tiltøk í verk

Bann ferður sett flogferðslu til og úr harðast raktu økjunum

Mette Frederiksen (Savnsmynd: EPA)

Mette Frederiksen (Savnsmynd: EPA)

2020-03-10 11:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin setir nú fleiri tiltøk í verk fyri at avmarka og útseta vandan fyri at coronasmittan kann breiða seg í Danmark.

Tað boðaði Mette Frederiksen frá á tíðindafundi í dag.

Seinastu tølini frá í dag siga, at tað nú eru 156 fólk í Danmark, sum hava fingið staðfest corona-smittu, og at sjey teirra eru løgd inn á sjúkrahús.

- Vit rokna við, at tølini fara at vaksa. Myndugleikarnir arbeiða fyri at avmarka og seinka útbreiðsluni av virusinum, og harvið eisini at avmarka avleiðingarnar, segði Mette Frederiksen.

Tiltøkini fara millum annað at raka almennu samferðsluna. Tey, ið standa fyri flutninginum skulu syrgja fyri, at fólk ikki troðkast ov tætt saman, og tað merkir, at fleiri bussar og tok skulu setast inn í tysingartíð, skrivar dr.dk.

Stjórnin biður eisini ferðandi um at umhugsa, um møguligt er at ferðast uttan fyri vanliga tysingartíð, eitt nú við at møta upp fyrr ella seinni til arbeiðis.

Flogferðslan til og úr teimum reyðu økjunum verður eisini støðgað. Reyð øki er stórur partur av Norðuritalia, skíðøkið Ischgl í Eysturríki, Hubei-landsluturin í Kina, Iran og býurin Daegu og Gyeongbuk-landsluturin í Suðurkorea. Flogbannið byrjar á midnatt og varðir í tvær vikur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder