Danska stjórnin ætlar sær at strika ein av halgidøgunum í árinum. Hetta fyri at styrkja danska búskapin.
Í stjórnargrundarlagnum verður ikki nevnt hvønn halgidag talan er um, men hildið verður fyri vist, at talan er um dýra biðidag.
Hetta við halgidegnum verður nevnt tvær ferðir í stjórnargrundarlagnum, sum varð kunngjørt í dag.
Í einum kapittli, ið kallast fyri “rammur fyri búskaparpolitikkin” verður sagt:
“Við álopinum hjá Putin á Ukraina er kríggj í Evropa. Hóttanin er nærri. Fyri at fíggja øktu útreiðslurnar til verjuna í komandi árum ætlar stjórnin at leggja fram eitt lógaruppskot, ið strikar ein halgidag, og sum fær gildi frá 2024. Danir skulu geva eitt íkast til okkara felags trygd”.
Og í partinum, sum snýr seg um at styrkja verjuna og trygdina, verður sagt:
“Stjórnin ynskir at framskunda lyftið um varandi hækkan í játtanini til verju og trygd til 2 prosent av BTÚ frá 2033 til 2030, svarandi til 4,5 milliardir krónur meira enn ætlað í tjóðarsemjuni um danskan trygdarpolitikk. Danir eru við til at styrkja verjuna, við at ein halgidagur verður strikaður”.
Rakar nógvar ætlaðar konfirmatiónir
Ætlanin verður ikki væl móttikin í donsku fólkakirkjuni, kanska serliga ikki, tí at henda avgerðin er tikin uttan at spyrja kirkjuna eftir og uttan átrúnarligar grundgevingar.
- Um tað hevði staðið nakrir tankar um týdningin hjá fólkakirkjuni í okkara samfelag í samgonguskjalinum, so var henda avgerðin kanska ikki so eyðsýnd – men tað ger tað ikki.
Soleiðis sigur Pernille Vigsø Bagge, forkvinna í danska prestafelagnum við DR.
Verður ætlanin hjá stjórnin veruleiki, so verður tað helst dýri biðidagur, sum verður strikaður longu frá 2024. Hetta er til ampa fyri nógvar komandi konfirmantar, tí dýri biðidagur er stórur fermingardagur í Danmark.
- Konfirmatión er eitt stórt tiltak í øllum familjum, og tað er ikki óvanligt, at hølir, matstovur, vistveitarar, tjøld og útgerð verða bíløgd upp til fimm ár undan fermingarveitsluni, vísir prestaforkvinnan á..
Tað er bara í Danmark, Føroyum, Grønlandi, Noregi og Íslandi, at dýri biðidagur verður ella hevur verið hildin. Talan er um eina samanlegging av fleiri katólskum biðidøgum, sum Kristian kongur V í Danmark innførdi í 1686. Í Íslandi var dagurin strikaður við altingsljóð í 1893. Í Noregi varð dagurin strikaður í 1915. Dýri biðidagur er altíð fjórða fríggjadag eftir páskir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald