Í gjár var danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen á fundi við amerikanska varaforsetanum, Kamala Harris.
Á fundinum, sum gekk fyri seg yvir telefon, varð m.a. tosað um koronastøðuna, veðurlagið, og møguleikar fyri at styrkja samstarvið millum londini enn meira.
Danski forsætisráðharrin sigur, sambært Ritzau, at hon fegnaðist um at kunna bjóða USA vælkomið aftur í Paríssáttmálan, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði meldað USA úr. Tá Joe Biden gjørdist forseti, var hann tó skjótur at melda USA inn aftur í sáttmálan, og herfyri gjørdist USA formliga partur av avtaluni aftur.
Les eisini: USA er aftur við í Paríssáttmálanum
– Okkum tørvar eina sterka amerikanska leiðslu, um vit skulu handfara veðurlagsavbjóðingarnar og sannføra restina av heiminum um at koma við ambitiøsum úrslitum, sigur danski forsætisráðharrin.
Amerikanski varaforsetin legði í gjárkvøldið eina stutta dagføring út á sosialu miðlarnar, har hon greiddi frá samrøðuni við Mette Frederiksen. Dagføringin var soljóðandi:
– Í dag tosaði eg við Frederiksen forsætisráðharra í Danmark. Vit umrøddu fleiri mál, m.a. covid-19, Nato, veðurlagsbroytingar, Kina og týdningin, sum kvinnur hava fyri búskap okkara. Forsetin (Joe Biden, red.) og eg gleða okkum at samstarva við Danmark um eina meira grøna og trygga framtíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald