- Eg eri ikki nøgdur við punktið í ætlanini um at fyri tað mesta gera royndir av teimum, sum eru álvarsliga sjúk. Talan er um ein ov smalan málbólk, og man burdi kanna nógv fleiri fyri korona.
Síðani 12. mars hava donsku myndugleikarnir nýtt leistin við at fyri tað mesta gera kanningar av teimum álvarsligu sjúku, men nú finnst heilsumálaráðharrin alment at hesari ætlanini.
Í samrøðu við P1 hjá DR 1 í morgun sigur Magnus Heunicke. at tað skuldi verið lurtað eftir WHO. Aðalstjórin í heimsheilsustovnini, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði seinasta mánadag, at tað mest týdningamikla nú var at "kanna, kanna og kanna"
Tedros Adhanom Ghebreyesus (Mynd: EPA)
Føroyar eru eitt av londunum, ið veruliga hava fylgt hesum. Í Danmark hava myndugleikarnir hildið fast við ætlanina frá 12. mars, og tað er fyrst og fremst Søren Brostrøm, stjóra í Sundhedsstyrelsen, at takka, sambært Heunicke.
Hann segði í P1, at sambært Brostrøm var hendan áheitanin ikki rættað ímóti Danmark og donsku ætlanini á økinum. Nú hevur Magnus Heunicke tó sjálvur ringt til aðarlstjóran í WHO og fingið váttað, at hetta ikki er rætt - áheitanin er galdandi fyri øll lond.
Hetta verður í Danmark mett at vera álvarsamar ákærur frá Heinicke, ið sum heilsumálaráðharri hevur evstu ábyrgd av heilsuøkinum. At hann alment leggur eftir ætlanunum í hesari tíðini og einum so sentralum persóni sum stjóranum í Sundhedsstyrelsen, er nakað sum hevur vakt ans í Danmark fyrrapartin.
Heunicke segði eisini, at politikkarar mangla greiðar útmeldingar frá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi spruninginum um, hvussu nógvir persónar í Danmark skulu kannast, og at Danmark skuldi verið meira fyrireika til útbrotið av koronavirusinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald