Danski ríkisborgarin, sum varð innlagdur í Brússel herfyri eftir at hava víst sjúkueyðkenni, er ikki smittaður við coronavirusinum kortini.
Tað upplýsir danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke á Twitter.
Persónurin var ein av 250 evropearum, sum vórðu fluttir úr Kina sunnudagin. Av teimum vóru tilsamans 11 danskir ríkisborgarar.
Undir heimferðini vórðu fólkini støðugt kannaði, og tá komið var til Brússel, varð avgjørt at kanna danska ríkisborgaran nærri, av tí at illgruni var um, at hann var smittaður.
Men talan var ikki um coronavirus.
Úrslitið av kanningunum var negativt, og sostatt hevur eingin danskur ríkisborgari higartil fingið staðfest coronavirus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald