Danski uttanríkisráðharrin vitjar í Gásadali og í Havn í dag

Í kvøld hava Jeppe Kofod og Jenis av Rana tíðindafund í Tinganesei

Jeppe Kofod (Mynd: EPA)

Jeppe Kofod (Mynd: EPA)

2019-11-27 07:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, vitjar í Føroyum í dag og í morgin. Uttanríkis- og Mentamálaráðið boðaði í gjár frá, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, verður vertur fyri vitjanini, og at saman skulu ráðharrarnir millum annað umrøða uttanríkspolitisk mál, ið eru á breddanum í løtuni.

Les eisini: Enn ein danskur ráðharri á vitjar

Ein stuttur túrur verður gjørdur til Gásadals, eftir at Jeppe Kofod er lednir. Síðani verður koyrt til Havnar, har danski uttanríkisráðharrin, ið umboðar sosialdemokratarnar, og Jenis av Rana hava fund í Tinganesi. Eftir fundin fáa fjølmiðlafólk høvið at hitta ráðharrarnar. Hetta verður klokkan 17.30

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder