Ein søga, sum hevur verið afturgangandi í donskum miðlum tað var kunngjørt, at Rani Petersen fór at luttaka í danska Melodi Grand Prixnum, er aldurin.
Á netinum hevur staðið, at hann er 20 ára gamal og aðrastaðni 22 ára gamal. Men havnarmaðurin er altso føddur í 1997, sum ger hann 25 ára gamlan.
Se og Hør hevur gravað í aldrinum hjá Rana Petersen, og hevur staðfest, at hann altso er 25 ára gamal.
(Skíggjamynd: Seoghør.dk)
Tað hevur litfagri danski miðil gjørt við at hyggja eftir eldri føroyskum greinum, uppslag hjá koyrilærara og til síðst fingið eina váttan frá Danmarks Radio.
So skuldi allur ivi verið burtur.
Reiley vann sum kunnugt danska Melodi Grand Prix og fer tí á umboða Danmark í Eurovision, sum verður í Liverpool í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald