2023-05-12 08:19
Fiasko er eitt orð sum gongur aftur hjá báðum teimum stóru litríku donsku miðlunum Ekstrabladet og B.T. tá teir umrøða Eurovision hálvfinaluna í gjárkvøldið.
Tað eydnaðist ikki Reiley at koma víðari til stóru Eurovision finaluna, sum verður leygarkvøldið, og hetta var triðja árið á rað, at Danmark ikki er við, har sum tað er stuttligt at vera.
Ekstrablaðið skrivar: Fiasko: Danmark flopper - IGEN!, og aðrastaðni á forsíðuni umrøða tey Eurovision sum "Dansk røvtur".
B.T. siterar útvarpsvertin Ole Tøpholm fyri at siga "Nordens svageste led".
Danmarks Radio skrivar: "Av, av, av! Danmark ude af Eurovision før finalan for 3. år í træk"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald