Mentan

Danskt kærleiksdrama í Filmsfelagnum

Bille August hevur leikstjórnað og skrivað leikritið til “Kysset”, bygt á søgu hjá Stefan Zweig

2023-03-09 09:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi mikudag verður oscarvirðisløngi og tvívaldi Cannesvinnarin, Bille August á skránni, tá Filmsfelagið vísir romantiska filmin “Kysset” í Havnar Bio.

Bille August hevur sjálvur skrivað handritið við støði í søguni hjá eysturríkska Stefan Zweig ”Ungeduld des Herzen” frá 1939. Søgan førir okkum til Danmarkar í 1914, tá evropeiski friðurin er hóttir.

Espen Smed, ið vit sóu sum Lykke-Per, er Anton Abildgaard. Hann er fyrimyndarligur og álitisvekjandi næmingur á hernaðarskúlanum, og er um at gera seg lidnan sum offiserur, tá hann verður boðin í veitslu hjá baróninum Løvenskjold. 

Anton veit ikki, hvørjar persónligar avleiðingar tað fær, tá hann bjóðar vøkru dóttrini, Edith, upp at dansa. Tá Anton skilir, at hon er dottin av rossi og vorðin lamin, skammast hann yvir, at hava sett hana í hesa støðu. 

Hann fær samkenslu við Edith, meðan hon forelskar seg í honum. Anton megnar tó ikki at verða sannur og ærligur yvir fyri henni, og spakuliga søkkur hann longur niður í lygnir og lyfti, hann ikki kann halda

Umfram Esben Smed síggja vit Clara Rosager, Lars Mikkelsen og David Dencik. Síðst, Filmsfelagið vísti ein film eftir Bille August, var tað ”Pagten”, har Birthe Neumann spældi Karen Blixen.

Filmurin ”Kysset” lýsir viðurskifti millum menniskju, og er ein frí tulking av søguni hjá Stefan Zweig. 74 ára gamli leikstjórin, sum hevur lagað søguna til donsk viðurskifti, sigur, at hon er ”en skæbnefortælling om gode mennesker på afveje, om kærlighedens sande væsen og om selvopofrelsens kunst.”

“Kysset” verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 15. mars kl. 20. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder