Mentan

Danskur filmur um mentanarmunir millum bygd og bý

Filmsfelagið vísir “Meter i sekundet” eftir Hella Joof mikukvøldið 

2023-02-16 11:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næsta mikudagsfilmin í Filmsfelagnum hevur Hella Joof gjørt. Tað er nýggi danski skemtifilmurin ”Meter i sekundet”, sum byggir á metsølubókina hjá Stine Pilgaard, ið er um mentanarmunir millum bý og bygd í Danmark. 

Í filminum fylgja vit Mariu (Sofie Torp), sum treyðugt vil flyta úr Keypmannahavn, tá makin Rasmus (Thomas Hwan) fær arbeiði á Velling Højskole. 

Hon skilir ikki petti av lívinum í lítla vesturjútska býnum, men tá hon leggur seg eftir at lurta meir enn hon speedsnakkar, kennir hon á sær, at háskúlalívið í Velling er akkurát rætti staðurin hjá henni at liva og trívast í. 

Í leiklutinum sum Maria síggja vit Sofie Torp, ið er kend frá filmunum ”Ser du månen, Daniel”, ”Marco effekten” og ”Lykkelige omstændigheder”. Umframt hana síggja vit Thomas Hwan, Bodil Jørgensen, Bjarne Henriksen, Christian Tafdrup og sjónvarpsstjørnuna Anders Agger, ið eisini hevur verið í Føroyum og gjørt sendingar um matgerð. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder