Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurdi herfyri Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, um tað er rímiligt, at borgarar kunnu standa ákærdir í áravís meðan bíðað verður eftir dómi, og har sosiali dómurin kann vera sera tyngjandi.
Fólkatingslimurin hevur nú fingið stuttorðað svar frá løgmálaráðharranum, sum sigur seg harmast um, at slík mál draga út, men vísir á, at hann ikki kann gera nakað við mál, sum verða viðgjørd í dómstólunum.
Í viðmerkingunum vísti Sjúrður millum annað til Eik málið, har fólk, eftir at hava staðið ákærd í sjey ár, vórðu fríkend.
- Tíanverri eru fleiri dømi um, at mál hava drigið alt, alt ov langt út, at tey ákærdu hava rindað ein stóran prís fyri hetta - og har tað enntá i summum førum hevur víst seg, at tey hava verið ósek, sigur Sjúrður Skaale.
- Ráðharrin svarar, at tað hevur týdning, at borgarar fáa góða og virðiliga viðferð av rættarskipanini, og at tað ávirkar hann, tá tað ikki hendir. Ikki minst tá tað snýr seg rættarmál, sum taka drúgva tíð, hava stórar persónligar og fíggjarligar avleiðingar, og har borgarin endar við at verða fríkendur, vísur fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin á.
Sjúrður Skaale fegnast um, at ráðharrin ásannar at hetta er ein trupulleiki, og ætlar Sjúrður sær ikki at sleppa málinum her.
- Tá fólkatingið aftur fer at virka sum vanligt, fari eg at reisa málið sum eitt spurnarorðaskifti á Fólkatingi, sigur Sjúrður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald