2019-10-13 09:24
Urguleikarin Morten Schousboe, sum er í Føroyum í samband við korvitjan av Østerbro Pigekor, fer at spæla á orglið í Havnar kirkju.
Morten hevur síðani 2000 verið urguleikari í Frihavns kirke í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin á konservatoriinum í Keypmannahavn við diplom- og solistprógvi og hevur spælt orgulverkið ”La Nativité du Seigneur” av Olivier Messiaen inn á fløgu.
Hann hevur ofta konsertir og fylgispæl í ymiskum høpi – serliga við atliti at tónleiki av Bach, donskum, týskum og fronskum romantiskum tónleiki og tónleiki av Messiaen.
Hósdagin fer Morten at spæla tónleik av m.a. Bach og dananum Flemming Chr. Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald