Ein ungur maður mátti um sjey tíðina í gjárkvøldið flytast á sjúkrahús til kanningar eftir eitt óhapp á motocross súkklu.
Óhappið hendi á Hamrinum á Argnum, tá maðurin skuldi royna at koyra við súkkluni á einum hjóli. Royndin miseydnaðist, og maðurin endaði á vegnum. Hann gramdi seg um pínu, og varð koyrdur á sjúkrahús.
Annars var løgreglan úti og gjørdi grein 13-ferðslukanningar, har tað serliga varð lagt eftir at kanna, um bilførarar koyra og tosa í telefon ’handhildið’, sum tey rópa, tá telefonin verður hildin upp fyri oyrað við aðrari hondini.
Fleiri bilar vórðu støðgaðir í Vágum, men her varð einki mál skrivað. Seinni varð átakið endurtikið í Havn, og tá vórðu tveir bilførarar avdúkaðir fyri at tosa ólógliga í telefon, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald