Tá bretski náttúrgranskarin, David Attenborough, sum er kendur fyri eina rúgvu av náttúrusjónvarpssendingum, stovnaði ein vanga á Instagram hósdagin, tók tað honum minni enn fimm tímar at fáa eina mió. fylgjarar.
Sostatt hevur 94 ára gamli maðurin sett nýtt heimsmet. Eingin annar hevur nevniliga klárað at røkka milliónini uppá so stutta tíð, sambært Guinness World Records.
Tað fyrsta, sum hann legði út á sosiala miðilin var eitt stutt sjónband, har hann varpar ljós á veðurlagstrupulleikar, og ætlar hann sær at leggja fleiri sjónbond út um evnið komandi vikurnar.
Sjónbandið, sum sæst niðanfyri, er í skrivandi stund víst fleiri enn 15,5 mió. ferðir, og hevur David Attenborough nú fingið fleiri enn 3,9 mió. fylgjarar.
(Greinin heldur fram niðanfyri...)
Náttúrugranskarin hevur nú sligið metið, sum sjónleikarinnan Jennifer Aniston setti í fjør, tá hon fekk eina mió. fylgjarar uppá fimm tímar og 16 minuttir.
Sambært TV2 eru nøkur teirra, sum hava átt hetta metið David Beckham, Harry prinsur og hertogafrúan Meghan, K-pop stjørnan Kang Daniel, og Frans pávi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald